Yrkisførleikar hjá starvsfólki á

Øll hava rætt til góð barnaár

Vit hava ymiskar fakligar bakgrundir – í námsfrøði, familjuterapi og sálarfrøði. Eisini hava vit ymiskar eftirútbúgvingar afturat okkara grundútbúgvingum, m.a. innan systemiskt-narrativa terapi, kognitiva terapi og nýggjari kognitiv rák sum dialektisk atferðarterapi og ACT.

Tað, sum eyðkennir felags arbeiðið hjá okkum er tó, at útgangsstøði fyrst og fremst verður tikið í støðuni og tørvinum hjá teimum, sum koma til samrøður hjá okkum. 

Arbeitt verður sostatt eklektiskt, t.v.s. samansett av ymiskum ástøðiligum hugrákum og við útgangsstøði í tørvinum hjá tí einstaka, sum vendir sær til okkara.

Starvsfólk