Hølir og tænastur

Vit leggja stóran dent á, at hølini hjá okkum eru innbjóðandi, og at her kennist trygt og gott at vera. Niðanfyri sært tú addressurnar og vegleiðing til parkeringsviðurskifti. Er tørvur á tulki ella teknmálstænastu, er hetta møguligt. Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa nærri kunning.

Tórshavn

Hølini hjá okkum í Tórshavn eru í Kongagøtu 8. Hetta er í miðbýnum ímillum Steinatún og Auto Taxa. Her hava vit bólkar, einstaklingasamrøður og familjusamrøður.

Parkering

Parkeringsviðurskifti í miðbýnum kunnu vera trupul. Í Tórsgøtu ber til at parkera í tveir tímar, og aftanfyri sjónleikarahúsið og í Skálatrøð ber til at parkera í átta tímar.

Saltangará

Hølini hjá okkum í Saltangará eru á Heiðavegi 23 – á aðru hædd í bygninginum, har Blákrossbúðin og Endurnýtslan halda til. Her kunnu vit eftir tørvi bjóða samrøður.

Parkering

Nógv parkeringspláss eru rundan um bygningin. Niðanfyri á kaiini og omanfyri Bónus finnur tú langtíðarparkering.

Tvøroyri

Hølini hjá okkum í Tvøroyri eru á Valarabrekku 2 – á aðru hædd í bygninginum, har Blákrossbúðin heldur til. Her kunnu vit eftir tørvi bjóða samrøður.

Parkering

Nógv parkeringspláss eru rundan um bygningin. Uttanfyri Bónus og yvirav Toystovuni finnur tú langtíðarparkering.