Um okkum
Øll hava rætt til góð barnaár er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya, ið byrjaði í 2012, og støðugt hevur ment seg ígjøgnum árini. Til ber at lesa meira um Bláa Kross Føroya her.
Hetta er eitt tilboð til børn og ung í aldrinum 0-25 ár, sum hava tað trupult av tí, at rúsanin fyllir – ella hevur fylt – ov nógv í familjuni. Vit veita ikki rúsviðgerð, men hjálpa familjuni.
Øll børn og tannáringar, sum eru undir 18 ár, skulu hava samtykki frá øðrum av foreldrunum ella einum verja fyri at luttaka í bólki og sum einstaklingur hjá Øll hava rætt til góð barnaár. Vit leggja dent á at arbeiða við familjunum, og hetta verður skipað eftir tørvinum hjá hvørji familju sær.
Les meira um okkum niðanfyri:
Tagnarskylda og fráboðanarskylda
Hanna Ólavsdóttir Photography hevur stuðlað við modellmyndatøku