Tilboð til ung (18-25 ár)

Ung vaksin í aldrinum 18-25 ár kunnu luttaka í ungdómsbólki. Í bólkunum eru tey saman við øðrum, sum eisini eiga foreldur ella systkin við rústrupulleikum. Bólkarnir verða býttir soleiðis, at luttakararnir eru so javnir í aldri sum gjørligt. Dentur verður lagdur á eina javnvág millum hugna og at tosa um tað trupla. Hetta er eitt skipað tilboð, har eisini verður tosað opið um tað, sum rørir seg hjá luttakararunum

Umframt bólkatilboðið bjóða vit ungum einstaklingasamrøður eftir tørvi. Summi ung hava tørv á einstaklingasamrøðum afturat bólkatilboðnum, meðan onnur ynskja einstaklingasamrøður í staðin fyri bólkatilboðið. 

Í arbeiðinum hjá Øll hava rætt til góð barnaár verður dentur lagdur á at arbeiða við familjuni. Ung yvir 18 ár avgera tó sjálvi, um tey ynskja at foreldur og eitt nú systkin gerast partur av viðgerðini. 

Lívið er púrasta broytt. Eg eri nógv glaðari og tori at standa upp fyri meg sjálvan. Eg tori at siga frá. Fólk rundan um meg eru faktiskt glað fyri, at eg nú tori at siga frá. Nú tori eg eisini at tosa við gentur, og eg havi fingið damu.

– Drongur, 21 ár

Eg visti ongantíð um eg fekk klemm ella bleiv skeldað, tá babba var fullur. Av tí sama var eg bangin allatíð.

– Genta 20 ár

Eg mátti altíð standa ímillum mammu og babba, tá babba var fullur, so rakti hann kanska ikki mammu.

– Drongur, 23 ár

Tilboðini hjá Øll hava rætt til góð barnaár

Øll tilboðini hjá Øll hava rætt til góð barnaár eru ókeypis. Tað krevst eingin ávísing (t.d. frá lækna), fyri at luttaka í tilboðnum. Einki krav er um, at tann við rústrupulleikum skal hava verið í viðgerð. Hevur viðkomandi verið í viðgerð, er einki krav um, hvar viðgerðin skal vera farin fram.

Tilboðið er fyri allar familjur, sum hava – ella hava havt – rústrupulleikar heima. Hetta merkir til dømis, at ein kann eisini melda seg til, hóast foreldrið t.d. ikki hevur rúsað seg í longri tíð. Nógv uppliva, at rústrupulleikin er burtur, men at avleiðingarnar og tann neiliga ávirkanin á familjuna og tey sjálv sita eftir.