Tilboð til ung (13-17 ár)
Ung í aldrinum 13-17 ár kunnu luttaka í tannáringabólki. Í bólkinum eru tey saman við øðrum, sum eisini eiga foreldur ella systkin við rústrupulleikum.

Tekning: Katarine Quorning
Bólkarnir verða býttir soleiðis, at luttakararnir eru so javnir í aldri sum gjørligt. Dentur verður lagdur á eina javnvág millum hugna og at tosa um tað trupla. Hetta er eitt skipað tilboð, har eisini verður tosað opið um tað sum rørir seg hjá luttakararunum.
Umframt bólkatilboðið veita vit einstaklingasamrøður og familjusamrøður eftir tørvi. Teir tannáringar, sum ikki vilja vera við í bólki, kunnu eisini fáa hjálp á tann hátt.
Tilboðini hjá Øll hava rætt til góð barnaár
Øll tilboðini hjá Øll hava rætt til góð barnaár eru ókeypis. Tað krevst eingin ávísing (t.d. frá lækna), fyri at luttaka í tilboðnum. Einki krav er um, at tann við rústrupulleikum skal hava verið í viðgerð. Hevur viðkomandi verið í viðgerð, er einki krav um, hvar viðgerðin skal vera farin fram.
Tilboðið er fyri allar familjur, sum hava – ella hava havt – rústrupulleikar heima. Hetta merkir til dømis, at ein kann eisini melda seg til, hóast annað av foreldrunum t.d. ikki hevur rúsað seg í longri tíð. Nógv uppliva, at rústrupulleikin er burtur, men at avleiðingarnar og tann neiliga ávirkanin á familjuna og tey sjálv sita eftir.