0 – 16 ár

Tilboð til børn og tannáringar

Tilboð til børn og tannáringar (0-16 ár)

Tilboðini hjá Títt Rúm eru ætlað børnum og ungum, sum eiga foreldur við rústrupulleikum. Tá ið vit tosa um rústrupulleikar, tosa vit um slíka nýtslu av rúsdrekka, ella rúsevnum, sum ger tað trupult hjá børnunum og familjuni sum heild. Summi av børnunum eru uppvaksin við rústrupulleikum heima, meðan onnur eiga foreldur við rústrupulleikum, sum tey ikki búgva saman við. 

Børnum í aldrinum 0-8 ár bjóða vit serliga samrøður við annað ella bæði foreldrini við denti á, hvussu tey fáa hjálpt sínum børnum. Vit arbeiða familjuorienterað, sum m.a. merkir, at børn og foreldur kunnu koma til samrøðu saman (familjusamrøður). Okkara meting er, at børn í hesum aldursbólki eru ov ung til at ganga í bólki. Í stóran mun megna tey ikki partar av tí, sum bólkurin ber við sær – so sum at sita still/-ur og lurta, meðan hini tosa.

Tekning: Katrine Quorning

Børn í aldrinum 9-12 ár kunnu fara í barnabólk, meðan tannáringar í aldrinum 13-16 ár kunnu fara í tannáringabólk. Í bólkunum eru tey saman við øðrum børnum og ungum, sum eiga foreldur við rústrupulleikum. Bólkarnir verða býttir soleiðis, at luttakararnir eru so javnir í aldri sum gjørligt. Bólkarnir verða skipaðir eftir tørvinum hjá luttakarunum. Dentur verður lagdur á eina javnvág millum hugna, spæl og at tosa um tað trupla. Her verður tosað opið um tað, sum rørir seg hjá luttakararunum.

Umframt bólkatilboðið veita vit einstaklingasamrøður, foreldrasamrøður og familjusamrøður eftir tørvi. Tey børn, sum ikki vilja vera við í bólki, kunnu eisini fáa hjálp á tann hátt. Øll børn undir 15 ár skulu hava samtykki frá foreldrunum ella einum verja fyri at fáa viðgerð í bólki og/ella sum einstaklingur hjá Títt Rúm. Vit leggja dent á at arbeiða við familjunum, og hetta verður skipað eftir tørvinum hjá tí einstøku familjuni. 

Eg má ofta finna uppá okkurt at siga. Í gjár segði eg, at eg kom til at koyra ein fingur inn í eygað, so tey ikki skuldu halda, at eg hevði grátið. Eg var barasta so keddur av, at babba aftur var fullur og skeldaði mammu.

– Drongur, 12 ár

Tað er mega strævið allatíð at muga finna uppá umskyldningar fyri, hví vit ikki kunnu fara heim til okkum at spæla.

– Genta, 9 ár

Eg klári ikki at sita í frið í skúlanum, tí eg hugsi um hvussu tað er heima.

– Drongur, 8 ár

Eg royndi allatíð at passa uppá mammu, tí hon var so kedd, tá babba var fullur.

– Genta, 10 ár

Eg hugsi so nógv samanborið við mínar vinir. Havi altíð verið meira ábyrgdarfull enn tey. Meira vaksin. Tað eri eg eisini noydd til at vera.

– Genta, 16 ár

Tilboðini

Øll tilboðini hjá Títt Rúm eru ókeypis. Tað krevst eingin ávísing (t.d. frá lækna), fyri at luttaka í tilboðnum. Einki krav er um, at tann við rústrupulleikum skal hava verið í viðgerð. Hevur viðkomandi verið í viðgerð, er einki krav um, hvar viðgerðin skal vera farin fram. 

Tilboðið er fyri allar familjur, sum hava – ella hava havt – rústrupulleikar heima. Hetta merkir til dømis, at ein kann melda seg til, hóast rúsbundna foreldrið ikki hevur rúsað seg í longri tíð. Nógv uppliva, at rústrupulleikin er burtur, men at avleiðingarnar sita eftir.