Bólkar

Vit bjóða børnum og ungum bólkar, sum eiga foreldur ella systkin, ið hava ella hava havt rústrupulleikar. 

Børn og ung í aldrinum 8-25 ár, kunnu melda seg til bólk, har tey eru saman við øðrum børnum og ungum, sum eisini eru uppvaksin við rústrupulleikum heima. Bólkarnir verða býttir soleiðis, at luttakararnir eru so javnir í aldri sum gjørligt. Dentur verður lagdur á eina javnvág millum hugna, spæl og at tosa um tað, sum er trupult. Hetta er eitt skipað tilboð, har eisini verður tosað opið um tað sum rørir seg hjá luttakararunum. Bólkarnir møtast í tveir tímar aðruhvørja viku í hølunum hjá okkum í Tórshavn. 

Áðrenn eg byrjaði í bólkinum, lukkaði eg øll úti, tá ið ting vóru trupul fyri meg.

– Drongur, 19 ár

Pápi mín byrjaði at drekka, tá ið eg var fødd, og tí havi eg altíð følt at tað er mín skyld, at hann drekkur. Tá ið eg byrjaði í bólkinum, fann eg útav, at tað er ikki mín skyld.

– Genta, 15 ár

Eg vænti ongantíð, at eg fari at gloyma tað, sum hendi í bólkinum. Eg havi ofta hugsað um tað, sum bleiv sagt ella gjørt, og tað hjálpir.

– Drongur, 14 ár

Tekning: Katrine Quorning

Tilboðini hjá Øll hava rætt til góð barnaár

Øll tilboðini hjá Øll hava rætt til góð barnaár eru ókeypis. Tað krevst eingin ávísing (t.d. frá lækna), fyri at luttaka í tilboðnum. Einki krav er um, at tann við rústrupulleikum skal hava verið í viðgerð. Hevur viðkomandi verið í viðgerð, er einki krav um, hvar viðgerðin skal vera farin fram.

Tilboðið er fyri allar familjur, sum hava – ella hava havt – rústrupulleikar heima. Hetta merkir til dømis, at ein kann eisini melda seg til, hóast foreldrið t.d. ikki hevur rúsað seg í longri tíð. Nógv uppliva, at rústrupulleikin er burtur, men at avleiðingarnar og tann neiliga ávirkanin á familjuna og tey sjálv sita eftir.