Hvør kann fáa hjálp?

Tú kanst fáa hjálp hjá okkum, um tíni foreldur ella systkin hava trupulleikar við rúsi – óansæð um talan er um rúsdrekka, rúsevnir ella tablettir. Øll hava rætt til góð barnaár er eitt tilboð til børn og ung í aldrinum 0-25 ár og til familjur teirra, sum hava tað trupult orsakað av, at rúsanin fyllir – ella hevur fylt – ov nógv í familjuni.

Tú kanst lesa meira um okkara tilboð her á heimasíðuni.

Er støðan nóg trupul hjá mær/okkum?

Nógv børn og ung hugsa, at “tað sikkurt er verri hjá onkrum øðrum”, og søkja sær tí ikki hjálp. Vit arbeiða tó eftir tí fatan, at um tú upplivir støðuna trupla, so er støðan trupul. Um tú følir, at rúsnýtslan hjá einum ella báðum tínum foreldrum ella systkjum ávirkar teg á ein neiligan hátt, so kanst tú fáa hjálp frá okkum.

Samband

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira.

Addressa
Kongagøta 8, 100 Tórshavn

Telefon nr.
77 07 09

Teldupostur
barnaar@blakross.fo