Kjatta við okkum

Títt Rúm veitir dulnevnda ráðgeving gjøgnum kjatt. Kjattið er ætlað børnum og ungum, sum vaksa upp í heimi, har rúsur er ein trupulleiki. Foreldur og onnur rundan um hesi børn og ungu kunnu tó eisini venda sær til okkara gjøgnum kjattið. Tey, sum svara á kjattinum, eru starvsfólk hjá Títt Rúm

Vit leggja dent á, at ráðgevingin er dulnevnd, og tað merkir, at vit ikki vita, hvør skrivar ella hvar viðkomandi er staddur. Einki av tí, sum verður skrivað, verður goymt hjá okkum. Samrøðurnar kunnu vera so langar, sum ein vil í upplatingartíðini á kjattinum. Til ber at kjatta við okkum um júst tað, sum ein gongur og hugsar um – eisini um tað ikki hevur við rústrupulleikarnar at gera.

Kjattið er opið hvønn hósdag frá kl. 14 til 16.