Ofta settir spurningar

Hvør kann fáa hjálp?

Øll børn og ung, ið hava foreldur ella systkin við rústrupulleikum, kunnu fáa hjálp hjá okkum. Eisini bjóða vit foreldrasamrøður, sum taka støði í barninum og tí unga.Tá vit brúka orðið rústrupulleikar, meina vit við eina rúsnýtslu, sum er trupul fyri børnini, systkini og/ella makan hjá tí, sum rúsar seg.

 

Hvat kostar tilboðið?

Øll okkara tilboð eru ókeypis.

 

Hvat kann man fáa hjálp fyri?

Hjá Øll hava rætt til góð barnaár kanst tú fáa hjálp til tað, sum tú stríðist við. Okkara serkunnleiki og fokus er á teimum, sum hava tað trupult orsakað av einari ovurnýtslu av rúsdrekka/rúsevnum hjá einum í familjuni.

 

Hvar halda tit til?

Vit halda til í Kongagøtu 8, sum er mitt í býnum í Tórshavn. Her hava vit bólkar, einstaklinga-samrøður og familju-samrøður. Harumframt hava vit eitt høli á Heiðavegi 23 í Saltangará, og eitt høli á Valarbrekkan 2 í Tvøroyri.

 

Kann man hava onkran við?

Fyrstu ferð tú kemur til samrøðu hjá okkum ber væl til at hava onkran við, sum tú ert trygg/-ur við. Hetta kann t.d. vera ein vinur, eitt systkin, eitt foreldur ella onkur annar. Børn, ung og vaksin kunnu altíð koma til eina kunnandi samrøðu, har vit greiða frá okkara tilboði.

Tá ein byrjar í bólki, er tó ikki gjørligt at hava nakran við. Hetta er fyri at verja hinar luttakararnar í bólkinum. Onkuntíð eru systkin tó í sama bólki, um tey eru nøkulunda javngomul, og ynskja at vera í sama bólki. Avvarðandi, so sum foreldur, eru tó vælkomin at bíða inni í húsinum, ímeðan bólkur er.

 

Hvat ger man fyrstu ferð man kemur?

Til fyrstu samrøðuna greiða vit frá okkara tilboðum, tosa um tína/tykkara støðu, og saman finna fram til hvat tilboð passar best til tín/tykkum. Her seta vit eisini orð á hvussu rúsdrekka/rúsevnir fylla ella hava fylt heima hjá tykkum.

 

Hvat gera man í bólkinum?

Vit samlast í Kongagøtu 8, har vit hava sera góð og hugnalig hølir. Vit ganga høgt uppí eina javnvág millum hugna, spæl og prát um tað, sum fyllir hjá luttakarunum. Avleiðingarnar av at vaksa upp í einum heimi við rústrupulleikum eru ikki tabu inni hjá okkum. Tú avger sjálv/-ur hvat og hvussu nógv tú ynskir at deila við bólkinum. Bólkarnir møtast annanhvønn týsdag og varða á leið 2 tímar.

Hvat ger man til einstaklingasamrøður?

Til einstakligasamrøður fært tú høvi til at tosa um støðuna hjá tær. Endamálið er at tú fært innlit í hvørjar avleiðingar rústrupulleikin hevur havt á teg, og hvussu tú betur kann handfara hesar avleiðingar. Einstaklingasamrøður verða tillagaðar aldrinum og tørvinum hjá luttakaranum, tvs. er tað eitt barn kunnu t.d. ymisk spøl verða brúkt. Samrøðurnar varða í hálvan til ein tíma.

Hvussu ganga familjusamrøður fyri seg?

Til eina familjusamrøðu vera øll í familjuni bjóða inn til eina samrøðu, har øll fáa møguleikan at seta orð á hvussu støðan er heima, og hvussu rústrupulleikin ávirkar tann einstaka í familjuni. Viðkomandi sum ynskir hjálp avger saman við terapeutinum, hvør skal luttaka í einari familjusamrøðu. Endamálið er at hjálpa familjuni at tosa opið og erligt um viðurskifti, sum eru torfør at tosa um.

Babba/mamma drekka/rúsa seg for ofta – hvat skal eg gera?

Tað er týdningarmikið at tú veist, at tað er ikki tín ábyrgd at fiksa rústrupulleikan í tínari familju. Ábyrgdin liggur fullkomiliga hjá tí familjulimi, sum hevur rústrupulleikan, og annars hjá øðrum vaksnum, sum eru rundanum familjuna. Tað er týdningarmikið, at tú tosar við ein vaksnan, sum tú hevur álit á, um tú upplivir familjulívið trupult, og tað er týdningarmikið, at tú biður um hjálp. Tú kanst altíð seta teg í samband við okkum. Vit ráðgeva og vegleiða teg gjarna og bjóða eisini eitt dulnevnt kjatt á heimasíðuni.

Er støðan nóg ring hjá mær/okkum?

Nógv børn og ung hugsa, at tað sikkurt er verri hjá øðrum, og velja tí ikki at søkja sær hjálp. Fleiri vilja ikki taka plássið frá onkrum øðrum, sum tey halda hevur meira tørv á tí. Vit arbeiða tó út frá, at um tú upplivir støðuna trupla, so er støðan trupul. Um tú følir, at rúsnýtslan hjá einum familjulimi ávirkar teg neiliga, so kanst tú fáa hjálp frá okkum.

Er mamma/babba alkoholikari?

Tað eru ymiskar fatanir av, hvat tað merkir at vera ein alkoholikari. Vit arbeiða út frá teirri fatan, at rúsdrekka/rúsevni er ein trupulleiki, um nýtslan ávirkar tær relatiónir, uppgávur og funktiónir, sum hoyra til í einari familju. Hetta er t.d. tá rúsnýtslan hjá foreldrunum ger, at tey ikki megna at hava eitt gott og støðugt samband við síni børn. Um rúsnýtslan hjá mammu ella babba er trupul fyri teg, so er tað ein trupulleiki.

 

Hava tit tagnaðarskyldu?

Hjá Øll hava rætt til góð barnaár fylgja vit sjálvandi galdandi lóggávu um tagnarskyldu. Tagnarskylda merkir, at vit ikki fortelja øðrum nakað um teg, ella tað, tú sigur við okkum.

 

Skal man siga alt við tykkum?

Tað er fullkomuliga upp til tín, hvat tú ynskir at siga við okkum. Vit spyrja til støðuna hjá tær, men tú kanst til eina og hvørja tíð siga, at tú ikki ynskir at svara – bæði í bólkinum og til einstaklingasamrøður.

Eg veit ikki um eg tori í bólk?

Tú ert ikki einsamøll/einsamallur í at hava tað á hendan hátt. Tey flestu sum koma í bólk fyri fyrstu ferð eru eitt sindur bangin ella nervøs. Fleiri siga, at tey eru stúrin um at fortelja hinum í bólkinum hvussu tað er heima hjá teimum. Nógv vita ikki hvørji ella hvussu hini í bólkinum eru, og hvussu tey fara at passa inn. At koma í bólk fyri fyrstu ferð er ein nýggj støða, og tað er púra vanligt at vera stúrin í nýggjum støðum.

Øll sum ganga í bólki hava til felags, at teirra foreldur og/ella systkin hava rústrupulleikar. Nógv av teimum hava ongantíð tosað við nakran um hetta fyrr. Tá tey hava verið í bólki fyrstu ferð, fer óttin sum oftast burtur. Tey verða glað fyri at hava eitt stað, har tey kunnu møta øðrum í sama aldri, sum skilja støðuna.

 

Eingin tosar um at mamma/babba drekkur – hvat skal eg gera?

Rústrupulleikar eru ofta merktir av tøgn. Í nógvum familjum verður als ikki tosað um rústrupulleikan – hann er har, men eingin sigur nakað. Tí hevur tað stóran týdning fyri teg, at tú byrjar at seta orð á hendan trupulleikan. Tú kann byrja við at seta orð á trupulleikan við ein sum tú stólar uppá, og tú ert eisini vælkomin at venda tær til okkara – vit eru her til tað sama!

Skulu foreldrini við til prátið við tykkum?

Tú kanst altíð koma inn til eitt prát, har vit greiða frá tilboðunum hjá okkum. Tú kanst koma einsamøll/einsamallur, ella hava onkran við tær.

 

Fáa míni foreldur at vita hvat vit tosa um?

Tá man er undir 18 ár og kemur í bólk hjá okkum, ynskja vit eitt samstarv við foreldrini. Hetta samstarvið merkir tó ikki at foreldur tíni fáa at vita, hvat tú sigur til samrøður ella í bólkinum.