Hvat er Øll hava rætt til góð barnaár?

Øll hava rætt til góð barnaár er eitt ókeypis tilboð til børn og ung í aldrinum 0-25 ár og til familjur, sum hava tað trupult orsakað av, at rúsdrekka/rúsevnir fylla ella hava fylt ov nógv í familjuni.

Her er einki krav um, at tann við rústrupulleikanum skal hava verið í viðgerð. Um tey hava verið í viðgerð, er onki krav um hvar viðgerðin skal vera farin fram. Tað krevst eingin ávísing fyri at luttaka í tilboðnum, og tað ber eisini til at luttaka, hóast tann við rústrupulleikanum ikki hevur rúsað seg í longri tíð. Nógv børn og ung uppliva, at hóast viðkomandi ikki rúsar seg longur, eru avleiðingarnar og tann neiliga ávirkanin á tey avvarðandi enn til staðar. 

Vit bjóða børnum og ungum bólkar, har tey saman við javnaldrandi kunnu práta um tankar, kenslur og upplivingar í samband við rústrupulleikan. Vit bjóða eisini familjusamrøður til at styrkja um gerandisumhvørvið hjá børnunum, og soleiðis geva teimum betri útlit til góð barnaár, hóast trupulleikar við rúsi eru til staðar. Afturat tí bjóða vit  børnum, ungum, og øðrum avvarðandi, ið hava tørv á tí, einstaklingassamrøður.

Tekning: Katrine Quorning

Bróta tabu um rús

Vit arbeiða miðvíst fyri at varpa ljós á, at nógv børn og ung, ið vaksa upp í heimi, har rúsur er ein trupulleiki. Vit bjóða eitt dulnevnt kjatt, ráðgeva avvarðandi og fakfólki og undirvísa kring landið.

Hvat er ein rústrupulleiki?

Mett verður, at áleið 1200 børn og ung í Føroyum (0-18 ár) vaksa upp í heimi, har rúsur er ein trupulleiki. Vit arbeiða eftir teirri fatan, at rúsanin er ein trupulleiki, um nýtslan ávirkar tey sambond, uppgávur og funktiónir, sum hoyra einari familju til. Hetta er til dømis, tá ið rúsnýtslan hjá foreldrunum ger, at tey ikki megna at hava eitt gott og støðugt samband við síni børn. 

Talan er um ein rústrupulleika, tá rúsanin órógvar uppgávur og funktiónir, sum familjan hevur, og tá kensluligu bondini í familjuni verða tyngd og órógvað av rúsinum.

– Frid A. Hansen, sálarfrøðingur