Filmsbrot

Her eru ymisk filmsbrot at síggja, ið vit hava gjørt ella sum eru týdd til føroyskt.

Hetta leiðir til filmsbrot um arbeiðið hjá okkum.

Tá mamma ella babba hava rústrupulleikar

Hetta er ein teknifilmur um Jóhan. Jóhan hevur eina mammu sum rúsar seg. Filmurin snýr seg um, hvussu rústrupulleikin ávirkar gerandisdagin hjá Jóhan, og um hvussu tey fáa hjálp.

“Hey”- við Jens Marna og Mariu

Eitt videolag um sambandið millum eina dóttir og pápa hennara, sum hevur ein rústrupulleika.